Tað kom sum snarljós av klárum himli, tá Betri samtakið kunngjørdi fyri løtu síðan, at Súni Schwartz Jacobsen hevur sagt seg úr starvi sum forstjóri í samtakinum, ið hevur hann staðið á odda fyri síðan 2011.
Les eisini: Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri
Tað hendir fáar dagar áðrenn, at Fíggjarmálaráðið kunnger niðurstøðuna hjá Bárði Larsen, ið er settur at kanna leiklutin hjá Taks í skattamálinum um EIK, har Betri samtakið eigur ein stóran leiklut. Sum Miðlahúsið skilur, so fekk leiðslan í Betri samtakinum niðurstøðuna hjá Bárði Larsen í gjár.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Birgir Nielsen, nevndarformanni í Betri samtakinum, um avgerðin hjá Súna Schwartz Jacobsen hevur nakað at gera við niðurstøðuna hjá Bárði Larsen, men ger nevndarformaðurin greitt, at leiðslan í samtakinum ikki ynskir at gera nakra sum helst viðmerking til málið annað enn tað, ið stendur í tíðindaskrivinum.










