Nevndarformaðurin sigur einki

Nevndarformaðurin í Smyril Line, íslendingurin Jónas Hallgrímsson, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna í felagnum

- Eg havi einki at siga í løtuni, segði hann, tá Sosialurin fekk fatur á honum fyrrapartin í gjár.

Hann vísir til stjóran í felagnum, Óla Hammer, sum ikki hevur verið til at fingið fatur á seinastu dagarnar.

Í nevndini hjá Smyril Line sita Jónas Hallgrímsson, sum er formaður, Óli Hammer, sum er næstformaður, Thomas Arabo, Knút Nolsøe, Einar Waag, Jógvan í Dávastovu og Heri Mørkøre.