Í morgin verða løgtingsnevndirnar valdar, men tað er framman undan greitt, hvør flokkur fær hvønn formann. Talan verður um valbólk millum samgonguna og Miðflokkin Klokkan hálvgum tíggju í morgin árini verður løgtingsfundur, har val av løgtingsnevndum verður á skránni.
Teir tríggir samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu flokkarnir býta formenninar millum sín, og endaði tann telvingin við, at Fólkaflokkurin fær formenninar í fíggjarnevndini og trivnaðarnevndini, Sambandið í rættarnevndini og mentamálanevndini og Javnaðurin í vinnunevndini og uttanlandsnevndini. Helst fær Sambandið eisini formannin í landsstýrismálanevndini.
Tóktist tað rímiliga upplagt, tá flokkarnir skuldu velja síni landsstýrisumboð, so er verri at meta um, hvør fær ymsu tingnevndarsessirnar. Tó tykist rímiliga greitt, at nýggjur fíggjarnevndarformaður verður Anfinn Kallsberg. Eitt boð upp á trivnaðarnevndarformann kundi verið Jógvan á Lakjuni.
Úr Sambandinum kundi Magni Laksafoss verið eitt gott boð til annan sessin, meðan Alfred Olsen er eitt møguligt boð til ein, meðan Bjørn Kallsø kundi verið hin triðji.
Hjá Javnaðinum er Eyðgunn Samuelsen helst eitt rímiliga trygt boð til annan sessin, kanska uttanlandsnevndina, meðan Gerhard Lognberg kanska verður premieraður fyri at koma inn í hitan aftur í flokkinum við einum vinnunevndarformanssessi. Ein annar møguleiki er Mikkjal Sørensen.
Samgongan hevur gjørt valbólk saman við Miðflokkinum, og tað merkir, at hesir fáa 33 tingsessir.
- Hetta er ein fyrimunur fyri bæði samgonguna og fyri Miðflokkin, sigur Jákup Mikelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.