Kommunuvalið hevur ikki bert ávirkan á hvussu samansetingar í býráðum hátta seg. Nevndirnar í interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF skulu skipast av nýggjum.
Kommunurnar eiga felagsskapirnar í felag og nevndirnar eru samansettar av kommunustýrislimum kring landið, ein fyri hvørt øki.
Tað er longu greitt, at broytingarnar fara at koma fyri, tí ikki øll blivu afturvald av teimum, ið sita í báðum nevndunum.
Í núverandi nevnd í IRF sita Kristian Eli Zachariassen (Norðoyggjar), Árni Jacobsen (Eysturoy), Petra Iversen (Norðstreymoy), Jonhard Joensen (Vágar), Bárður Olsen (Sandoy og Skúvoy), Niels Jacob Thomsen (Suðuroy). Kristian Eli Zachariassen er formaður.
Í nevndini í IRF var tað bert Bárður Olsen, ið umboðar Sandoy og Skúvoy, ið ikki var afturvaldur á býráðsvalinum í gjár.
Í nevndini í SEV verða eisini broytingar. Núverandi nevnd er mannað av Frits Poulsen (Suðuroy), Bødvar Hjartvarsson (Sandoy), Bogi Andreasen (Suðurstreymoy), Karl A. Olsen (Norðurstreymoy), Jákup Suni Lauritsen (Vágar), Karl Rasmussen (Eysturoy) og Steinbjørn O. Jacobsen (Norðoyggjar). Jákup Suni Lauritsen er formaður í løtuni.
Bødvar Hjartvarsson og Jákup Suni Lauritsen blivu ikki afturvaldir á valinum í gjár. Karl A. Olsen og Karl Rasmussen stillaðu ikki upp. Tískil verða í øllum førum fýra sessir útskiftir í nevndini í SEV.
Báðir felagsskapirnir hava aðalfund eftir at nýggju bý- og bygdaráðini hava tikið við á nýggjárinum.