Keldur í amerikonsku stjórnini siga, at Barack Obama, forseti, ætlar sær at seta eina serliga nevnd, sum skal kanna oljulekan í Meksikoflógvanum. Sambært keldunum skal nevndin kanna ymisk viðurskifti í sambandi við óhappið. Nevndin skal eisini kanna, hvørjar reglur statirnir fram við Meksikoflógvanum hava um oljuvinnu, eins og tær landsumfatandi reglurnar á økinum skulu eftirmetast.
Kanningin av oljulekanum verður gjørd eftir sama leisti sum kanningin av vanlukkuni við rúmdarferjuni Challenger og kanningini, sum bleiv gjørd av óhappinum á kjarnorkuverkinum Three Mile Island í 1979.
Síðani óhappið hjá BP í Meksikoflógvanum hava fleiri funnist at US Minerals Management Service (MMS), ið er tann almenni stovnurin, sum hevur ábyrgdina av oljuvirkseminum uttan fyri USA.
Eitt nú hevur Barack Obama, forseti, sagt, at stovnurin hevur ov tætt samband við oljufeløgini.











