Løgtingið hevur í morgun valt nevndina, sum skal arbeiða víðari við illa umstrídda málið um stjórnarskipan Føroya. Løgtingið valdi tveir limir fyri hvønn av teimum fýra stóru flokkunum og ein lim fyri hvønn av teimum báðum lítlu flokkunum.
Tað, sum ger hetta málið so illa umstrítt, er, at umsitingin hjá Løgtinginum hevur boðað frá, at Løgtingið hevur ikki heimild at viðgerða tað yvirhøvur, tí tað stríður bæði ímóti heimastýrislógini, stýrisskipanarlógin, grundlógini og tingskipanini.
Danskir politikarar, við sjálvum forsætisráðharranum á odda, hava eisini gjørt greitt, at samtykkir Løgtingið uppskotið, sum tað fyriliggur, er tað ímóti grundlógini og so fer tað at fáa avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin, tí í veruleikanum er hetta at melda Føroyar úr danska ríkinum.
Hinvegin hava føroyskir politikarar víst á, at talan er um eina politiska staðfesting, har tað verður staðfest, í Føroyum hava føroyingar evsta vald og at tað stríðir ikki ímóti nkrum sum helst.
Hinvegin hava sambandsmenn vissa donsku stjórnina um, at onki verður samtykt, sum kann seta ríkisfelagsskapin í vanda.
Limirnir í nevndini eru hesir og varalimirnir standa í klombrum:
Fólkaflokkurin: Poul Michelsen (Jógvan á Lakjuni) og Bjarni Djurholm (Jákup Mikkelsen).
Sambandsflokkurin: Helgi Abrahamsen (Marjus Dam) og Edva Jacobsen (Bjørn Kalsø).
Javnaðarflokkurin: Hans Pauli Strøm (Gerhard Lognberg) og John Johannessen (Eyðgun Samuelsen).
Tjóðveldi: Høgni Hoydal (Bjørt Samuelsen) og Sjúrður Skaale (Annita á Fríðriksmørk).
Sjálvstýrisflokkurin: Kári á Rógvi (Kári P. Højgaard).
Miðflokkurin: Jenis av Rana (Karsten Hansen).