Nevnd aftur og fram

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Ein sera góð ábending um, so sera beinrakin, at hon kann ikki misskiljast uttan við vilja, at fólkaræðið virkar, er, at nú fara øll tingmál, sum allar minsti ivi er um, aftur í nevnd. Nevndina, tey júst eru komin úr eftir at hava verið har nógv longur enn tingskipanin loyvir. Við undantaksloyvi úr hægsta staði sjálvandi.

Soleiðis slepst undan, at minnilutin alla tíðina kúgar meirilutan. Tað øvugta, at meirilutin setur seg á minnilutan, er í lagi. Tað er ein hornasteinur í fólkaræðinum.

Men tað er bara so undarliga skipað, at tá ein meiriluti er, fær hann lítið gjørt fyri minnilutum. Og so er eingin meiriluti. Tá ein minniluti ella fleiri fara úr meirilutanum, endar meirilutin eisini sum ein minniluti. Fløkt? Ja, sera fløkt er tann besta stjórnarskipanin, sum tey varnu kalla tann frægasta, og tey ovvarnu tann minst vánaliga.

Aftur í nevnd við hasum.

Lítil logikkur er í demokratii, men tað er sum so heldur einki krav.

Fólkaskúlin hevur næstan líka langa summarferiu sum tey fólkavaldu í fólkaræðinum.

Hjá okkum vanligu deyðiligu er strævið at koma aftur til arbeiðis úr summarferiu, tí so nógv arbeiði bíðar eftir okkum. Løgtingið er so væl skipað, at har dettur alt tað ógjørda burtur, tá summarferian endar. Tey koma aftur til púra slætt borð og fríborð í bæði borð. Arbeiðið, sum ikki var gjørt í seinasta lagi hálvan mai, er ikki til longur síðst í juli.

Mann- og konutalið (og barnatalið minkar) er brot á manna- og konurættindi, tí teljarar við lógini í hondini kunnu bróta seg inn í gongina ella stovuna hjá tær og mær. Hvat so? Amerikanarar brutu seg inn í sovikamarið hjá einari familju í Abdullahbatt í Pakistan, uttan at banka uppá. Ikki fyri at telja fólkið í húskinum, men fyri at skjóta tey og telja líkini aftaná. Eingin spyr um manna- og/ella konurættindi har. Rættindi eru svasshumanisma.

Húsbóndin varð skotin, meðan hann leitaði eftir mannarættindasáttmálanum hjá ST.

Alternativt mann- og konutal, drep fólk fyrst og spyr tey so, um sjúka hevur darvað tey nevnivert í teirra dagliga virki. Og um tey skíta í vanligt vese ella í bukku.

Næstu ferð, tey koma frá SEV og vilja inn í gongina hjá mær og enntá sneyta í einum skápi hjá mær, skal eg hava grundlógina og mannarættindasáttmálan liggjandi klár í gongini.

Hjá okkum fór mann- og konutalið aftur í nevnd. Tí so nógvir ósvaraðir spurningar vóru.

Men ætlanin er framvegis, at 11.november telja vit, hvussu nógvir føroyingar eita Mortan.

Stjórnarskipanin, planur B í grundlógarhøpi, fór eisini aftur í nevnd. Stjórnarskipanin verður ongantíð samtykt. Og hvat so? Vit hava eina frálíka grundlóg. Gamaní sigur hon einki um grindabýti, gásafrælsi og tey óføddu. Men tá danskarar kunnu brúka hana, kunnu vit eisini. Vit plaga at gera sum danskarar gera. Allar okkara lógir eru umsettar úr donskum, so hví ikki umseta donsku grundlógini í staðin fyri at brúka 12 ár afturat til at penta 700 broytingar til eina stjórnarskipan?

Góða ølið fór ikki aftur í nevnd, og tað var sterkur lútur at svølgja hjá nógvum. Nú er bara eftir at loyva fínsprittinum, so kunnu vit fáa okkum eina trýssarakenning aftur: fílur og reint spritt/djolly kola ella Hawaii drim. Tað er drykkur fyri rættar menn, taldir ella ei.

Og eftir fimm ella seks gløs telja vit føroyingar, menn og konur, og koma til, at vit eru 97.178. Og minst líka nógv í Danmark.