Nevin var á lofti

Løgreglan í Havn fekk um vikuskiftið tvær fráboðanir um harðskap

Tað er ikki altíð, at tað er ætlanin men tað hendir seg kortini við hvørt, at so stór øði kemur í fólk, at nevarnir eru á lofti.

Um vikuskiftið fekk løgreglan í Havn tvær fráboðanir um harðskap í Club 20. Ein maður hevði ripað einum øðrum nevan beint frammaná so at nøsin brotnaði.

Í einum øðrum føri vóru tveir menn farnir at skeldast so mikið, at tann eini hevði skallað hin í vangan so at hann meiddi sær oyra.

Løgreglan sigur, at teir báðir, sum slógu og skallaðu vóru millum 25 og 35 ár.

»Men tað kann tykjast løgið, at fólk ikki duga sær hógv tá tey fara í býin og tað er sera óheppið, tá slíkt kemur fyri. Og sum oftast er tað kleyvarskapur« sigur vakthavandi.


Tríggjar liggjandi gestir

Sum vant hevði gistingarhúsið við J. Broncksgøtu eisini opið um vikuskiftið. Tríggir mans høvdu fingið so mikið innanborða, at teir vunnu upp hús ella teir vistu, hvar teir búðu.

Tí tók løgreglan menninar við á støðina har teir fingu eina song at sova í. Tá teir vóru klárnaðir so mikið dagin eftir, vórðu teir settir út aftur á gøtuna og tá mundi gangast betur at stýra heim til hús.