Nevin vann steyp í øðrvísi ólavsøkudysti

Hóast Havnin tapti flestu fótbóltsdystirnar á ólavsøku, so vann Havnin eitt ferðasteyp í einum øðrvísi dysti leygarkvøldið fyri ólavsøku, tá tvey lið - Nevin og Bob’arin - takklaðu, sparkaðu, bannaðu og østu seg um dómaran, í einum dysti har fotbóltsskil og vit ikki var sterkasta vápnið

Tað er leygarkvøld í Gundadali og veðrið er avbera gott. Á niðara vølli renna nakrir ungir menn og hugna sær. Tað gongur kanska ikki so væl at raka bóltin og motorikkurin er ikki tað, sum vit eru von við at síggja á einum fótbóltsvølli. Men tað verður lagt nógv fyri og menn eru eitt nú skjótir at rópa eftir dómaranum, júst sum í ordiligum mannfólkafótbólti. Men hvørjir eru so hesir ungi menninir, ið tuska runt av øllum alvi í Gundadali.

Nevin
- Áhugafelagið Nevin er ein for­saml­ing av ungum havnar­monn­um, sum ein lagnudag í maj 2004 valdu at gera ein felagskap. Vit kend­ust allir frammanundan, men hetta lagnukvøldið sótu vit í plantasjuni, har sum hasjarnir plagdu at halda til, og drukku. Her komu vit so við tí hugskoti at stovna áhugafelagskapin Nevin. Har høvdu vit so stovnandi fund. Nú royna vit at hittast javnan til jólafrokastar og onnur tiltøk. Nú spæla vit so eisini fótbólt, sigur Finnur Jensen, ið eisini er kendur úr tónleika bólkinum, Páll Finnur Páll.

Bob’arin
Nakað eftir at Nevin er stovnaður, hittast nakrir ungir menn í einum kjallara til ein bob-kapping.
- Bob’arin er eisini ein áhuga­felag­skap­ur, ið roynir at gera vanlig leyga­r­kvøld til meir enn bara vanlig leygar­kvøld. Vit savnaðust eina ferð í 2005 til eina bob-kapping og harfrá kemur navnið Bob’arin. Hetta gjørdist til eitt afturvendandi til­tak og 31. mai í 2007 høvdu vit so stovnandi fund á Manhattan. Vit hittast til eitt nú tunnusláttur, yvir­skeggja ball og námsferð, sigur John Hansen, sum vit eisini kenna úr fótbóltsheiminum.

Upprunin til ólavsøkudystin
Hetta er fjórða árið á rað, at Nevin og Bob’arin hittast til ein fót­bólts­dyst, men hvussu kom tað í lag, at áhuga­feløgini skulu bresta saman á vøllinum?
- Dysturin kom í lag í Myspace tíð­ini. Vit gjørdu okkum ein profil og so sóu vit, at har var ein eitt annað áhugafelag, sum æt Bob’arin. Tað hildu vit lítið um og hugsaðu bara at hetta var eitt kopi av okkum. Tað endaði við eini rival­iser­ing, har tað onkursvegna koma uppá tal, at vit skuldu spæla ein fót­bólts­dyst fyri at finna tað betra áhuga­felagið. At byrja við var tað næstan fíggindaskapur millum á­huga­feløgini, men nú er tað ikki so longur. Eitt nú hittast vit allir í kvøld og fara at hugna okkum sam­an, sigur Finnur Jensen.

Nógv stendur uppá spæl
Í 2007 og 2008 vann Nevin ferða­steyp­ið, men í fjør fekk Bob’arin fyri fyrstu ferð sítt navn á ferðasteypið í spenn­andi 4-3 sigri. Dystirnir verða spæld­ir í tíðarskeiðinum rundan um ólavsøkuna, men soleiðis var ikki fyrstu ferð.
- Fyrstu ferð var í 2007. Tá spældu vit um veturin og tað var gler á vølli­num. Bara helmingurin av okk­um hevði gaggur. Tá funnu vit skjótt útav at spæla um summarið, sig­ur Finnur Jensen.
Hvat meir enn hetta vælsignaða ferða­steypið stendur upp á spæl fyri Bob’arin og Nevan?
- Hetta er ein sera umráðandi dyst­ur fyri okkum og hann gevur rætt­indi at háða mótpartin um tú vinn­ur. Tað kunnu tí gerast nakrar lang­ar 52 vikur, ið standa fyri framm­an, um tú tapir dystin. Og tí eri eg eisini ein sera vónbrotin mað­ur í kvøld, sigur John Hansen, sum var á tapandi liðnum leygarkvøldið.

FM í áhugafótbólti
Hvat nú um tað koma fleiri av hes­um áhugafeløgunum runt um í Før­oyum, hevði tað verið ein møgu­leiki við einum FM í áhuga­felags fótbólti?
- Hatta er ein áhugaverdur tanki, eg havi faktist ikki hugsað um hatta. Eg vil siga, at eg eri ikki av­vísandi fyri tankanum, men koma tað fleiri, so hyggja upp á tey og taka eina avgerð harfrá, sigur Finn­ur Jensen.

Nevin greiður vinnari
Sjálvur dysturin endaði við 3-0 til Nev­an. Hóast Bob’arin nokk hevur fleiri, ið venja ella hava vant fótbólt á høgum støði, so var tað Nevin sum vann. Tað var eisini fitt av fólki, ið vóru komin oman í Gundadal at hygg­ja eftir heldur forvitnisliga og stutt­liga fótbóltsdystinum.
Eftir dystin mátti liðskiparin hjá Bob’aranum, John Hansen, ella Rambo, sum hann verður nevndur mill­um bob’arnar, ta tungu leið við ferða­steypinum til vinnarnar úr áhuga­felagnum Nevin.
- Eg kann bara ynskja Nevanum til lukku við sigrinum í ár, men vit koma sterkt aftur komandi ár, sigur ein sjónliga vónbrotin John Hansen
- Vit takka fyri dystin, men ivast um tit koma sterkt aftur – men tit skulu sjálvandi vera vælkomnir at royna, svarar ein skeivt smílandi og speiskur Finnur Jensen at enda.

Námsferð
Millum tiltøkini hjá Bob’arinum er ein sokalla “Námsferð.”
Í fjør vóru vit í suðri, har vit millum annað vitjaðu kolanámi, vitjaðu holið í Lopra, lyfti havið í Sumba og annars hugnaðu okkum, sum fólk nú eina ferð gera á námsferð, sigur John Hansen.