Gary Neville er sannførdur um, at hann og liðfelagarnir í Manchester United í ár kunnu vinna Premier League gull fyri fyrstu ferð í fýra ár.
- fólk tosa um trýstið á toppinum, men í løtuni hava vit tað bara stuttligt og spæla góðan fótbólt. Sjálvur haldi eg, at liðið nú er til reiðar at vinna. Seinastu trý árini hava vit ikki spælt so væl, sum vit eru førir fyri, men í ár hava avrikini verið munandi meira støðug, sigur Neville.
Nú 11 dystir eru eftir at spæla, er Manchester United framvegis seks stig framman fyri Chelsea á øðrum plássi.