Aftaná einans 28 dystir á odda fyri spanska fótbóltsfelagnum Valencia, hevur leiðslan í dag givið Gary Neville sekkin sum venjara.
Tíðin í Valencia var eisini ein sonn marra fyri fyrrverandi landsliðsleikaran. Valencia vann einans tríggjar út av sekstan La Liga dystum við Gary Neville á odda, og 10 út av 28 dystum í øllum kappingum.
Liðið liggur í løtuni sum nummar 14 í La Liga, einans seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Á fótbóltsvøllinum var Gary Neville ein framúr góður verjuleikara fyri Manchester United og Onglandi, og tá hann legði fótbóltsskógvarnar á hillina gjørdist hann ein av mest virdu fótbóltsviðmerkjarunum í Onglandi. Men teir eginleikarnir vísti seg ikki at hjálpa honum í sínum fyrsta starvi sum venjari.