Tað var framúr spurtur, ið bar við sær, at Nevið Reyða úr Klaksvík vann kappróðurin millum 8-mannaførini. Tað tók sína tíð at sleppa frá avbjóðarunum, men í endaspurtinum var einki at rafla um. Nevið Reyða streyk avstað, og á málinum var fjarstøðan aftur til næsta avbjóðaran tvær bátslongdir.
Higartil í ár hevur Gullbrandur verið tann, ið hevur kappast við Nevið Reyða um sigrarnar og harvið FM heitið. Í dag lá einki fyri hjá fuglfirðingum, sum endaðu á fjórða plássi og harvið aftastir.
Argjabáturin spílaði seg øgiligt út. Argjabáturin var fremstur eina løtu, og hann var sera treiskur, áðrenn hann fram ímóti endaspurtinum noyddist at lata sær lynda, at í dag gjørdu argjamenn einki við klaksvíkingar.
Luftin fór púra úr argjamonnum í endaspurtinum, tá ið tað var um reppið, at Knørrur tók hann.
Í FM kappingini legði Nevið Reyða sjógv millum seg og avbjóðararnar. Undan dagsins róðri var fjarstøðan aftur til Gullbrand eitt stig. Úrslitið í dag ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá Nevinum og aftur til Gullbrand.
1 Nevið Reyða 05.02.21
2 Argjabáturin 05.08.07
3 Knørrur 05.08.13
4 Gullbrandur