LANDSFUNDUR
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag varð settur í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag týsmorgunin klokkan 10. Vanligt hevur verið, at fjølmiðlar hava havt atgongd til fundin, men áðrenn fundurin byrjaði týsmorgunin, fingu fjølmiðlar, sum vóru møttir, at vita, at á fundinum hesaferð sluppu vit ikki at vera áhoyrarar.
Í síni frágreiðing gjørdi felagsformaðurin, Jan Højgaard, nakað burtur úr sáttmálasamráðingunum, sum eru í løtuni.
- Vit í nevndini høvdu kjakast dúgliga um, hvørt vit skuldu siga sáttmálan upp ella ikki. Fleiri í nevndini heltu meiri til at taka eitt ár aftrat við verandi sáttmála. Men meðan vit sita og fundast um hetta mál, ringir formaðurin í Føroya Reiðarafelag og sigur, at teir siga sáttmálan upp.
Stórar avleiðingar
Seinni vórðu krøvini so handað, og samráðingarnar fór í gongd.
Í síni frágreiðing helt Jan Højgaard, at FF kom við sámuligum krøvum, sum hann tók til.
- Vit handaðu nøkur sámilig krøv um eftirløn, frí á jólum, okkurt einstakt hægri býtisprosent, nýggja álitisfólkaskipan, og at reiðaríir rinda neyðug skeið, eitt nú trygdarskeið og heilsuváttan.
Hinvegin komu reiðararnir við uppskotum um eini rúgvu av sáttmálamálabroytingum.
- Flestu av hesum krøvum kundu vit ikki viðgera, tí tey snúðu seg um viðurskifti hjá yvirmonnum.
Jan Højgaard segði, at høvuðskravið hjá reiðarunum var, at allur fiskiflotin skal hava nettosáttmálar, og at býtisprosentini skulu lækka.
- Vit roknaðu upp á avleiðingarnar av teirra krøvum, og í einstøkum førum hevði talan verið um heili 54% í niðurskurði hjá summum skipabólkum, legði hann aftrat.
Eingin nettosáttmáli
Føroya Fiskimannafelag vísir kravinum um nettosáttmála staðiliga frá sær.
- Full semja er um hetta í nevndini, og eg vænti ikki, at fiskimenn taka undir við hesum heldur.
Tá FF noktaði blankt at taka undir við kravinum um nettosáttmála, gjørdi reiðarafelagið av at ringja eftir semingsmanninum.
- Enn hevur eingin seming verið, og eingin hevur lýst verkfall ella verkbann. Hvat fer at henda við sáttmálanum, veit eg ikki í løtuni.
Hann legði aftrat, at nú eingin almenn inntøkutrygd verður, fer hýran hjá sjófólki at minka.
- Nú skulu vit sjálvir rinda fyri inntøkutrygdina, segði Jan Højgaard, felagsformaður.










