Netto byggir nýggjan handil í Klaksvík

Í februar/ mars komandi ár stendur nýggjur Netto-handil ætlandi liðugur á vestara armi á Klaksvíkini

Handil

Álvur Klakk í Klaksvík hevur verið handilsmaður at kalla alla sína tíð.
Pápi hansara, Óli og abbin, O.F. Joensen, handlaðu eisini, og abbin byrjaði longu at handla í 1904.
Um onkur spyr, nær eftirnavnið Klakk kom inn í myndina, var tað abbin, O.F.Joensen, sum avgjørdi at geva sínum børnum Klakk-eftirnavnið.

Nýggjur handil
Í fleiri ár hevur Álvur Klakk rikið handilin, Netto, sum liggur úti í Klaksvíkini.
Men einaferð í vár verður talan um ein nýggjan handil, sum verður bygdur beint norðanfyri gamla handilin.
Álvur hevur selt burtur av felagnum, sum eigur Netto-handilin, og nú nýggjur handil verður bygdur, er talan um tríggjar eigarar.
Teir, sum hava keypt seg inn í Netto-fyritøkuna hjá Álvi, er felagið, sum eigur matvøruhandilin, Inn á Norðskála. Maðurin aftanfyri hetta felag er Jaspur Johannesen. Triðji parturin í nýggju Netto-fyritøkuni er eitt felag, ið Óli Marner Christiansen, sum í dag rekur Statoil í Klaksvík, varðar av.

Liðugur til várs
Álvur Klakk væntar, at nýggi handilin stendur liðugur einaferð í februar ella mars.
- Nýggi bygningurin verður umleið 600 fermetrar í einari hædd. Meginparturin av hesum verður handilshøli, men ein minni partur fer burtur av til vørugoymslu. Ein partur av bygninginum verður í tveimum hæddum, og í ovaru hæddini verða eitt nú skrivstovur og annað.
Álvur Klakk sigur, at aftrat honum sjálvum, starvast í løtuni fimm fólk í Netto-handlinum, sum er limur í Samkeypi.