Netsambandið framvegis óstøðugt

Eitt brek á stýriskipanunum hjá Føroya Tele hevur í dag órógvað netsambandið í meginøkinum

Tað var um hálvgum ellivu-tíðina í morgun, at internetbrúkarar í miðstaðarøkinum byrjaðu at fáa trupulleikar við sambandinum, og stóran part av degnum hava fleiri brúkarar havt óstøðugt samband.

 

- Vit fóru at brekrætta, beint sum vit varnaðust trupulleikan, og klokkan gott og væl 12 sá út til, at alt koyrdi sum vant, sigur Páll H. Vesturbú, stjóri á FT-net.

 

- Seint seinnapartin fingu fleiri brúkarar tó aftur trupulleikar, har brúkarar vórðu tveittir av netinum, og enn eru vit ikki komin heilt á mál við at loysa hesar. Tað er partur av ritbúnaðinum, sum er stýriskipan til netsambandið, sum er rakt av trupulleikanum. Saman við útlendska veitaranum av skipanini arbeiða vit av øllum alvi við at loysa málið, og vónandi eru vit komin á mál við hesum seinni í kvøld. Men tað er tó framvegis so, at internetbrúkarar í miðstaðarøkinum kunnu uppliva, at tey ikki hava nóg gott samband, sigur Páll H. Vesturbú.