Sannur telefonstormur hevur verið hjá Eik, tí netsølan av atgongumerkjum til konsertina hjá Bryan Adams ikki riggaði. Men nú ber kortini til at keypa atgongumerki við at flyta pening á eina ávísa kontu í Eik Banka Heimasíðan hjá Eik skrivar nú, at ætlaða atgongumerkjasølan umvegis internetið er tíverri avlýst. Kortini ber til at keypa atgongumerki við at flyta pening á eina ávísa kontu í Eik Banka. Øll, sum í dag hava bílagt og avgreitt atgongumerkir á netinum, mugu keypa umaftur
Orsakað av tekniskum breki í søluskipanini á netinum er ætlaða internetsølan av atgongumerkjum til Bryan Adams-konsertina avlýst.
Hetta eru vit í Eik sera hørm um, og vit biðja kundarnar halda okkum til góða.
Kortini ber til at keypa atgongumerki við at gera eina flyting á kontu í Eik Banka nr. 9181-165.951.2. Í flytingina skal viðmerkjast navn, bústaður, telefonnummar og tal av atgongumerkjum.
Minst til, at prísurin pr. atgongumerki er DKK 650,00
Tey, sum í dag hava bílagt og avgreitt keyp av atgongumerkjum á internetinum, mugu keypa umaftur. Eik trekkir ikki pening av kontum fyri keyp, ið eru avgreidd á internetinum í dag.
Um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt, ber til at ringja til kundatænastuna í Eik á telefon nummar 348000.