Netorðabøkurnar á Sprotanum í nýggjari útgávu

– Tað ber ikki til at steðga á í nýggja talgilda heiminum. Tak tær av løttum í ein mánað, og tú ert dragnaður eitt ár afturúr. Nýskapanirnar eldast skjótt. Tað, sum var fikst í fjør, er maggut í ár.

Tað sigur Jonhard Mikkelsen á Sprotanum, sum tí hevur endurnýggjað netorðabøkurnar enn einaferð. Forlagið hevur fingurin á pulsinum.

Nú hava øll tey føroysku orðini hava bendingamynstur knýtt uppí. Tey fremmandu leitorðini hava ljóðfílur heftar uppí, leitimøguleikarnir eru fleiri og smidligari, og síðurnar eru gjørdar soleiðis, at tann eldhugaði brúkarin kann gera sær sína egnu síðu burtur úr yndisorðum og forvitnisligum málsligum fyribrigdum. Eisini er lætt at senda uppskot og orðingar út á Fjesbók ella at tvitra eina orðing til onkran.

Í nýggju útgávuni er ein dagførd útgáva av Móðurmálsorðabókini, tann føroyskt-týska er dagførd, tann spanskt-føroyska er komin við, og tann nýggja stóra russiskt-føroyska er løgd inn.

– Hetta er eitt stig, sum ger, at vit føroyingar við okkara orðabókum ikki detta burturímillum, siga tey á Sprotanum.

Niðanfyri sæst eitt stutt intro til nýggju netorðabøkurnar.