– Jólasølan í ár hevur verið støðugt veksandi samanborið við søluna í fjør, sigur Jákup Øster Vágsheyg, stjóri í Sp/f Bókabúðin í Runavík.
Tá tað kemur til sølu og umbýting av bókum til jólar er tað ofta soleiðis, at fólk fáa fleiri bøkur av sama slagi, tá hendir tað seg at fólk koma innar at býta um við eina aðra bók ella fyri at fáa tilgóðarseðil. Og í ár er ikki annarleiðis.
– Sølan er góð, vit eru væl nøgd við søluna sigur Jákup Øster Vágsheyg. Tað hevur longu verið eitt sindur av umbýting, men tað hoyrir til, og broytur sum so ikki uppá søluna vit hava haft. Tað eru mest fólk sum hava fingið fleiri bøkur av sama slag, sum so ynskja at býta um við eina aðra bók ella líknandi, greiðir hann frá.
Í Rit og Rák greiðir stjórin, Kári Árting, frá, at sølan hevur verið ógvuliga góð, men at tað samstundis ikki er stórur munur á søluni í ár, samanborði við søluna tey høvdu til jólar í fjør.
– Vit hava selt nógv til jóla, men samstundis so vil eg sjálvur siga at sølan er støðug, vit hava selt umleið líka nógv sum í fjør, kanska eitt sindur meira. Eg kann leggja afturat, at sølan á nethandlinum er støðugt veksandi eisini, so tað er røring í, sigur Kári Árting.