Handilsvinnufelagið hevur fleiri ferðir víst á trupulleikan, sum tey halda, tollfríir pakkar skapa fyri føroyskt handilslív.
– Hetta er eitt mál, sum Handilsvinnufelagið hevur arbeitt við í longri tíð. Felagið hevur víst á trupulleikan alment, eins og felagið eisini hevur vent sær til Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið við málinum. Bæði ráðini hava viðgjørt málið, og felagið vónar, at myndugleikarnir framvegis arbeiða við trupulleikanum, soleiðis at talan kann verða um javnbjóðis kapping á heimamarknaðinum hjá handilsvinnuni í Føroyum, sigur Tummas Hanus Dam, sum er formaður í Handilsvinnufelagnum.
Hann sigur, at handilsvinnan hevur einki ímóti, at fólk keypa á netinum, heldur ikki úr útlandinum.
– Nethandilin er komin fyri at verða, og handilsvinnan ger sítt fyri at lofta møguleikunum. Handilsvinnan vísir tó staðiliga á, at tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum, og at tað tí er neyðugt við átøkum, sum forða fyri, at útlendskar fyritøkur fáa framíhjárætt á føroyska marknaðinum, sigur Tummas Hanus Dam.
– Støðan í dag er tann, at handilsvinnan er undir trýsti. Føroyingar ferðast meira í dag enn áður og keypa alt fleiri vørur uttanlands. Samstundis kann føroyski kundin venda sær til alt fleiri veitarar við at brúka nethandil. Hetta merkir, at kappingin um kundan harðnar, so hvørt sum verðin gerst minni, og atgongdin til veitarar kring heimin økist. Nethandilin hevur við sær, at staðbundnir føroyskir handlar eru í beinleiðis kapping við risafyritøkur, sum njóta stórrakstrarfyrimunir, og sum ofta ikki skulu lúka somu strongu krøv sum handilsfyritøkur um okkara leiðir, sigur hann.
Handilsvinnufelagið dugir ikki at síggja, hví útlendskar fyritøkur skulu hava framíhjárætt at selja til føroyska marknaðin.
– Áskoðanin hjá Handilsvinnufelagnum er stutt og greitt, at somu treytir skulu verða galdandi fyri øll sum selja til føroyska marknaðin. 300 kr. markið verður stundum nevnt smálutamarkið. Hetta markið er væl lægri í londunum kring okkum, og seinast vit kannaðu tað, var einki tílíkt mark í Íslandi, sigur Tummas Hanus Dam.
Handilsvinnufelagið heitt á myndugleikarnar um beina burtur henda mismun á marknaðinum, og henda áheitan stendur við.
Meira kann lesast um málið í VikuskiftisSosialinum.