Netflix vísir film um Føroyar

Filmurin »A Faraway Land« á Netflix er tikin upp í Føroyum

»A Faraway Land« er heitið á nýggjum filmi, sum nú er tøkur á Netflix.

 

Filmurin er tikin upp í Føroyum og snýr seg um eina fløkta kærleikssøgu millum eina gifta filipinska kvinnu og ein filipinskan tíðindamann.

 

Tíðindamaðurin kemur til Føroya fyri at gera eina sending um filipinskar kvinnur í Føroyum. Tey bæði byrja at fjasast, sjálvt um filipinska kvinnan er gift føroyskum manni.

 

Hans Tórgarð er ein av leikarunum í filminum, men flestu leikararnir eru útlendskir.

 

Hevur tú Netflix, so kanst tú síggja filmin HER.