Í øðrum ársfjórðingi í ár hevur stroymingartænastan Netflix fingið 5,2 milliónir nýggjar kundar. Tað eru færri enn ætlað.
Amerikanska stroymingartænastan Netflix megnaði ikki at liva upp til tað, sum greinarar høvdu væntað, 6,27 milliónir nýggjar haldarar í øðrum ársfjórðingi.
Felagið fekk altso »bert« 5,2 milliónir nýggjar gjaldandi kundar. Tað svarar til eitt sindur meira enn eina millión kundar færri enn væntað.
– Vit hvødu eitt sterkt, men ikki so øgiliga gott ársfjórðingsskeið, skrivar Netflix í tíðindaskrivi.
Niðurskrúvaðu væntanirnar hava ført til kursfall upp á 14,11 prosent til 347 dollarar fyri partabrævið, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært Bloomberg er kursurin fallin við heili 15 prosentum.
Tað var bæði tilgongdin á amerikanska heimamarknaðinum og altjóða, sum var verri enn vætnað fyri heimsins størstu stroymingartænastu.
Netflix greinar ikki orsøkina fyri skuffandi úrslitið. Men sambært Bloomberg kunnu teir færri haldararnir skyldast, at Netflix hevur boðað frá færri nýggjum flimum og røðum í øðrum ársfjórðingi enn fyrr.
Eisini HM hesaferð, sum vardi í fleiri vikur, áðrenn avgerðina um vikuskiftið, hevur tikið uppmerksemið frá Netflix, skrivar Bloomberg.
Netflix hevur sambært egnu upplýsingum 130 milliónir haldarar býtt á 190 lond, harv størsti parturin er úr USA.
Fyri fyrstu ferð kom Netflix við røðum á donskum og indiskum. Og menningin við røðum á øðrum málum enn enskum heldur fram.
Næsta ár roknar stroymingartænastan við at koma við einum nýggjum útlendskum flimi ella røð minst eina ferð um vikuna.
Og tað kann í denn grad merkjast í kistubotninum hjá risanum.
Sambært Bloomberg hevur Netflix fleiri ferðir lánt stórar upphæddir fyri at kunna gjalda dýrar eginframleiddar røðir.
Bara í øðrum ársfjórðingin fóru útreiðslurnar upp um 500 milliónir dollarar. Ein upphædd, roknað sum verður við fer at hækka munandi næstu trý fýra árini.
Bara í øðrum ársfjórðingi fóru útreiðslurnar upp um 500 milliónir dollarar. Ein upphædd, sum roknað verður við fer at hækka til millum tríggjar og fýra milliardir dollarar fyri 2018.
/ritzau/