Netflix sjónvarpsrøð stolin: Teldusníkur vil hava pening

Teldusníkur sigur seg hava stolið nýggju sesongina av vælumtóktu Netflix sjónvarpsseriuni "Orange is the New Black".

 

 

Teldusníkurin hóttir tí nú við at almannakunngera partar av sendingini á netinum, áðrenn hon eigur at verða frumsýnd 9. juni, um hann ikki fær loysigjald, skrivar AP tíðindastovan. 

 

 

Teldusníkurin, sum nevnir seg The Dark Overlord, hevur eftir øllum at døma longu lagt fyrsta partin av sendingini á eina heimasíðu, við ólógligum fílum. 

 

 

Netflix váttar, at FBI og aðrir amerikanskir mynduleikar kanna málið, sum er í gongd í løtuni. Eftir øllum at døma hevur teldusníkurin stolið sendingina, við at bróta inn í skipanina hjá einum minni felagi, sum hevur samband við fleiri filmsframleiðarar.

 

 

Teldusníkurin vil í brævi sínum vera við, at hann hevur stolið fleiri filmsrøðir frá øðrum filmsfeløgum, tá hann breyt inn í hesa skipanina. Teldusníkurin hevur eisini hótt við at leggja hesar røðirnar á netið, um hann ikki fær loysigjald.