Hetta skrivar miðilin Variety.
Á Netflix verður sendingin kallað "Famous Last Words". Hugtakið verður tað sama sum í donsku útgávuni, at útvald kend fólk í loyndum gera eina samrøðu, sum ikki verður send fyrr eftir deyða viðkomandi.
Higartil eru seks útgávur av "Det sidste ord" sendar í Danmark. Fyrsta útgávan var við tónaskaldinum og tónleikaranum Bent Fabricius-Bjerre, sum doyði í 2020.
Tað er danski journalisturin Mikael Bertelsen, sum ger samrøður við kendu danir í sendingarrøðini.
/ritzau/