Stroymingtænastan Netflix hevur kunngjørt tað, sum tey halda eru stór tíðindi um nýggjar sjónvarpsrøðir í 2017.
Netflix framleiðir egnar filmar og røðir, og í 2017 fer Netflix at bjóða enn eina sesong av røðini Orange Is The New Black, sum hevur verið sera vælumtókt. Fimta umfar av røðini verður frumsýnt 9. juni.
21. apríl verður nýggja røðin Girlboss løgd út. Røðin snýr seg um Sophia Amoruso, sum byrjaði at selja endurnýtsluklæði á eBay, men sum eftir fáum árum bygdi upp stóra mótafyritøku. Røðin byggir á bestseljarabók hjá Sophia Amoruso.
Netflix hevur stórar ætlanir fyri nýggju røðina 13 Reasons Why. Røðin snýr seg um Clay Jensen, sum finnur eit kassettuband, har vinkona hansara, Hannah Baker, greiðir frá sínum 13 orsøkum til at gera sjálvmorð. Røðin kann síggjast frá 31. mars.