Stroymingartænastan Netflix er í ferð við at kanna eina tøkni, sum tryggjar, at fólk ikki geva burtur síni loyniorð til tænastuna.
Nýggja tøknin skal kunna vátta, at hyggjarar hava sama bústað, sigur talsmaður fyri Netflix við BBC.
Fleiri brúkarar hava sagt, at tey hava fingið boð upp á skíggjan.
– Um tú ikki býrt saman við tí, sum eigur hesa konto, so mást tú fáa tær tína egnu konto fyri framhaldandi at kunna síggja, verður sagt.
Netflix er framvegis heimsins størsta stroymingartænasta. Talsmaður fyri Netflix sigur við tíðindastovuna Reuters, at kanningin »er gjørt til at tryggja, um fólk, sum brúka netflixkonto, hava loyvi til tess«.
/ritzau/











