Tá ið stroymingtænastan Netflix í mai forðaði fyri, at fólk kundu deila innritan til síðuna uttan fyri húsarhaldið, hevur fyritøkan havt stóran vøkstur í tali á brúkarum.
Tað skrivar Ritzau.
Roknskapurin fyri annan ársfjórðing vísir, at Netflix hevði vøkstur í tali á brúkarum upp á átta prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Í fyrsta ársfjórðingi var vøksturin 4,9 prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør.
Netflix er heimsins størsta stroymingtænasta og hevur nú yvir 238 milliónir gjaldandi haldarar.
Í øðrum ársfjórðing var umsetningurin hjá Netflix umleið 55 milliardir krónur, og avlopið hjá felagnum vaks upp í 22,3 prosent av umsetninginum – somu tíð í fjør var avlopið 19,8 prosent.