Stroymingin av sjónvarpstænastum umvegis eitt nú Netflix og Apple-TV gevur nakrar avbjóðingar fyri føroysku telekervið. Ikki minst, tá talan er um uttanlandssamband.
Stroymingin krevur hampuliga bandbreidd fyri hvønn brúkara, og tá hugt verður eftir eitt nú Netflix frá donskum servara, kann netorkan millum Føroyar og umheimin koma undir trýst.
Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele, váttaði í kvøld fyri Kringvarpinum, at tey eru í ferð við at gera avtalu við Netflix um at hýsa nettænastunum hjá Netflix. Fyri brúkaran merkir hetta, at tænastan tá verður stroymað umvegis servara, sum stendur hjá Føroya Tele, og tí verður talan ikki um sama trýst á uttanlandskapacitetin hjá føroyingum. Í praksis merkir hetta, at hvør filmur ella sending bert verður stroymað til Føroya eina ferð. Eftir hetta er sendingin tøk á servara hjá Føroya Tele, haðani brúkarin heintar sendingina.
Kristian R. Davidsen segði við Kringvarpið, at avtalan helst verður undirskrivað í næstum, og at tey væntandi hava tøkniliga partin av hesum kláran at taka í nýtslu í heyst.