Í mai mánaði ber til at fáa netbankan til iPhone, Android og vanligar fartelefonir. Við nýggju tænastuni kunnu kundar greiða síni bankaviðurskifti uttan mun til tíð og stað. Nýggi netbankin til fartelefonir gevur millum annað møguleika at síggja kontuyvirlit og bókingar, gera flytingar og greiða giro-inngjøld.
- Nógvir av okkara kundum hava ynskt at fáa møguleika at greiða síni bankaviðurskifti á fartelefonini eins og í netbankanum. Tí er tað gleðiligt, at vit kunna boða frá, at vit skjótt fara at bjóða eina applikatión til iPhone og Android, eins og at netbankin eisini verður tøkur til vanligar fartelefonir, sigur Tór Verland Johansen, marknaðarleiðari í BankNordik.
Netbankin til iPhone og Android hevur nakrar eyka funkur sum eitt nú ein gjaldoyraroknara, og seinni í summar verða enn fleiri funkur tøkar. Málið er, at øll bankaviðurskifti kunnu greiðast á fartelefonini, sigur BankNordik.