Orsøkin til hetta er, at trygdardagføringin, sum Microsoft gjørdi av XP tann 8. apríl, var tann seinasta av sínum slag.
Tað hevur við sær, at Microsoft ikki longur letur hol í trygdini í Windows XP aftur, og tí eru teldubrúkarar við Windows XP í alsamt størri vanda fyri, at teirra teldur verða fongdar við virus.
Í samband við netbanka merkir hetta, at tað verður ein alsamt størri vandi fyri innbroti frá virusfongdum Windows XP-teldum, skriva peningastovnarnir á heimasíðum sínum.
“Vit sperra ikki netbankan fyri Windows XP-brúkarum, men vit mæla staðiliga til at Windows XP verður skift út við aðra stýriskipan - t.d. Windows 7 ella Windows 8.1.”, skriva bankarnir.
Windows XP-brúkarar kunnu fyribils minka um vandan fyri virus við at nýta eitt dagført antivirus-forrit og aðrar kagar enn Internet Explorer - t.d. Google Chrome og Mozilla Firefox.