Netbankarnir virknir aftur

Tað ber aftur til at rinda MVG

Trupulleikin við netbankunum er nú loystur, og sostatt ber aftur til at rinda MVG'ið og at avgreiða síni fíggjarviðurskifti.

Fyri løtu síðani skrivaðu vit á in.fo, at allir netbankarnir vóru óvirknir, og hetta kom illa við hjá teimum, ið skulu rinda MVG.

Trupulleikin var í Danmark, og tí var ikki so nógv hjá føroysku peningastovnunum at gera við tað.

Bjarni Arge, samskiftisleiðari hjá Betri Banka, boðar nú kortini frá, at trupulleikin er loystur, at netbankarnir virka aftur, sum teir skulu.