Netavisin.fo eisini send í skiftirættin

Umframt Vinnuvitan, so telist netavisin.fo eisini millum feløgini, sum eru send í Skiftirættin til avtøku, tí tey ikki hava latið inn ársroknskapin.

Umframt Vinnuvitan, so telist netavisin.fo eisini millum feløgini, sum eru send í Skiftirættin til avtøku, tí tey ikki hava latið inn ársroknskapin.

 

Í nevdnini fyri felagið sita sjey fólk, har ein teirra er løgtingsmaðurin Bill Justinussen og ein annar er fyrrverandi løgtingslimurin, Rúna Sivertsen.

 

Hini í nevndini vóru:

 

Leif Høj í Saltangará, sum var nevndarformaður

Wilmar Højgaard, í Rituvík

Birgir Poulsen í Fuglafirði

Edmund Joensen í Lamba

Oddmar Suni Olsen í Runavík

 

Stjóri var Birgir Poulsen í Fuglafirði.

 

Hesi eru øll koyrd úr sínum ábyrgdarsessum, og nýggjur ábyrgdarhavandi er Føroya Skiftirættur

 

Felagið er tann 4. september 2014 sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.