Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði á stjórnarfundi í morgun, at Hamas-leiðslan í Gaza hevur alla ábyrgd av, at ein rakett úr Gaza-geiranum rakti eina ísraelska bygd í gjár. Einki fólk fekk skaða av rakettini, men ísraelsmenn hevndu kortini álopið við at lata flogfør bumba mál í Gaza. Álopið kostaði einum leiðara hjá Hamas lívið.
Netanyahu segði, at ísraelsmenn fara framhaldandi at svara øllum álopum við tí, sum er neyðugt fyri at verja landsins borgarar.
Hvørki Hamas ella nakar annar palestinskur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av rakettálopinum.