Netanyahu skal skipa stjórn

Í Ísrael hevur Shimon Peres, forseti, biðið Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra skipa stjórn, og politiskir eygleiðarar í Jerusalem vænta, at hann fer undir tingingarnar í morgin.

Á tíðindafundi í morgun segði Peres, at 82 av teimum 120 limunum í Knesset hava boðað frá, at teir taka undir við, at Netanyahu heldur fram sum forsætisráðharri.

-Eg vóni, at vit fáa eina stjórn skjótt, segði Peres og legði afturat, at tað er umráðandi, at tey politisku viðurskiftini í Ísrael eru støðug, so neyðugar avgerðir verða tiknar í átroðkandi og álvarssamum málum.

Netanyahu, sum var á tíðindafundinum, segði, at tann fremsta uppgávan hjá teirri komandi stjórnini verður at forða fyri, at Iran fær kjarnorkuvápn. Hann segði eisini, at hann fer at leggja seg eftir at fáa eina breiða stjórnarsamgongu, og hann eggjaði andstøðuflokkunum til at koma uppí.