Netanyahu sigur nei

Írsaelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Barack Obama um, at markið millum Ísrael og Palestina skal setast út frá 1967-markinum. Obama kom við uppskoti sínum í einari røðu í Washington í gjárkvøldið. Hann segði, at tað er neyðugt, at ísraelsmenn og palestinar semjast um eitt landamark, sum báðir partar kunnu viðurkenna.

Benjamin Netanyahu kemur í dag til Washington at vitja, men hann hevur longu gjørt greitt, at tað ber als ikki til at tosa um markið frá 1967.

Í dag búgva umleið 300.000 ísraelsmenn uttan fyri 1967-markið.