Tað eydnaðist ikki Netanyahu at skipa nýggja stjórn í Ísrael.
Tjóðartingslimirnir hava tí atkvøtt fyri at upploysa tjóðartingi og skriva út nýval sum skjótast. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Benjamin Netanyahu tyktist annars at kunna fáa fimta skeið sítt sum forsætisráðharri í Ísrael, eftir at flokkur hansara, Likud, fekk 35 út av 120 sessum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, á valinum í apríl.
Tjóðartinglimirnir atkvøddu í kvøld fyri at upploysa tjóðartingið við atkvøðunum 74 fyri go 45 ímóti, skrivar Reuters.
Eitt nýval er sett at vera 17. september, skrivar AFP.
/ritzau/











