Netanyahu krevur nýval

Í Ísrael hevur Ariel Sharon boðið fyrrverandi forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, starvið sum uttanríkisráðharri, men hann vil heldur hava nýval.

Eftir at Arbeiðaraflokkurin tók seg úr ísraelsku stjórnini, bað Ariel Sharon, forsætisráðharri fyrrverandi stjórnarleiðaran, Benjamin Netanyahu, taka við sum uttanríkisráðharri eftir Shimon Peres. Netanyahu játtaði, men við terri treyt, at Sharon skal skriva út nýval um stutta tíð.

Tað vil Sharon ikki gera, og í gjár váttaði Reuven Rivlin, ráðharri, at Sharon kann ikki ganga kravinum frá Netanyahu á møti.

Stuðlar hjá Sharon siga, at kravið hjá Benjamin Netanyahu hevur einans til endamáls at fáa Ariel Sharon frá, so Netanyahu sjálvur kann taka við sum leiðari í Likud-samgonguni og harvið gerast forsætisráðharraevnið hjá Likud.

Veljarakanningar hava fyrr víst, at Netanyahu hevði vunnið á Sharon, stillaði hann upp.