Netanyahu kann gerast søguligur

Veljarakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum millum Likud flokkin hjá Netanyahu og blá-hvítu fylkingini hjá Benny Gantz

Stórur politiskur spenningur er í Ísrael í dag, nú veljararnir skulu velja nýggj umboð til ísraelska tjóðartingið Knesset.

Veljarakanningarnar undan valið hava víst, at tað stendur mestsum á jøvnum millum stjórnarflokkin Likud hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og bláhvítu fylkingina hjá fyrrverandi herovastanum Benny Gantz.

120 sessir eru í Knesset og sambært BBC geva veljarakanningunum Likud og bláhvítu fylkingina umleið 30 sessir hvør. Neyðugt er tó við 61 sessum fyri at skipa eina meirilutastjórn og har verður mett, at møguligu samstarvsfelagarnir hjá Likud fáa eitt betri val enn teir hjá nýggju fylkingini.

Talan kann eisini gerast um eitt søguligt val, tí um Likud fær so mikið stóra undirtøku, at tað eydnast at skipa stjórn, bendir alt á, at Benjamin Netanyahu verður tann longst sitandi forsætisráðharrin í ísraelskari søgu. Higartil hevur hann tilsamans siti í landsins ovasta sessi í 13 ár, meðan David Ben-Gurion, ið var ein av stovnarunum av statinum Ísrael, sat í sessinum í 16 ár.

Nógv rok hevur annars verið um Benjamin Netanyahu undir valstríðnum, tí hann er undir illgruna í trimum málum um mutur. Ríkisákærin hevur kortini ikki tikið nakra endaliga støðu, um nakað mál spyrst burtur úr ákærunum.

Ísraelska valúrslitið væntast at verða klárt umleið klokkan nítjan føroyska tíð.