Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, var sera hvassorðaður, tá hann helt røðu á ST-aðalfundinum í dag, og sum væntað snúði røðan seg serliga um Iran og tess kjarnorkuætlanir.
-Iran er bara 30 prosent frá málinum at ríka uran til eina kjarnorkubumbu, og tað er neyðugt at steðga landinum, áðrenn tað kemur til 90 prosent, segði Netanyahu. Hann legði afturat, at eitt treytaleyst krav fer at fáa tað iranska prestastýrið at slaka og at sleppa sínum ætlanum.
Ísraelski forsætisráðharrin segði seg vera vísa í, at Ísrael og USA kunnu semjast um eina kós at forða Iran at útvega sær kjarnorkuvápn.
-Ísrael og USA tingast um spurningin, og eg eri sanndørdur um, at vit fara at finna eina felags kós, segði Benjamin Netanyahu.
Ísrael hevur fleiri ferðir bent á, at landið kann fara at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran, um landið ikki sleppur sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum. Iran heldur hinvegin uppá, at landið ætlar bara at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál.