Netanyahu heldur fram

Tey fyrstu tølini frá ísraelska tjóðartingsvalinum í dag vísa, at valsamgongan millum Likud og Beitenu hjá ávikavist Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra og Avigdor Lieberman, uttanríkisráðharra hevur fingið 31 av teimum 120 sessunum í Knesset. Tað er 11 færri, enn flokkarnir fingu á valinum í 2009.

Tann stóri vinnarin á dagsins vali er miðflokkurin Yesh Atid-flokkurin, sum sambært teimum fyrstu tølunum fær 19 tinglimir.

Arbeiðaraflokkurin verður triðstørstur við 17 tinglimum og hevur sostatt fingið fýra umboð afturat.

Flokkurin Bayit Yehudi, sum hevur nógvar veljarar millum trúgvandi jødar, fær sambært teimum fyrstu tølunum 12 tinglimir.

Eygleiðarar í Jerusalem siga, at halda tær fyrstu metingarnar, kann Netanyahu halda fram sum forsætisráðharri, tí tann borgarligi vongurin fær 61 av teimum 120 tinglimunum.