Netanyahu gav avboð

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur givið avboð til ráðstevnuna um kjarnorkutrygd, sum verður í Washington í næstu viku. Barack Obama, forseti, hevur kallað leiðararnar í 47 londum á fund um kjarnorkutrygd, og ætlanin var, at Netanyahu skuldi fara.

Men í gjár gav hann avboð.

Ein talsmaður fyri ísraelsku stjórnina segði, at Netanyahu hevði givið avboð, tí at tvey av luttakaralondunum á ráðstevnuni, Egyptaland og Turkaland, vilja hava ráðstevnuna at umrøða tey ísraelsku kjarnorkuvápnini. Tað vil Ísrael ikki hoyra talan um.