Netanyahu fingið mateitran og fer ikki í rættin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skuldi eftir ætlan vitna í sínum mutursmáli í rættinum mánadagin og týsdagin, men tað varð útsett um vikuskiftið.

Orsøkin til útsetingina er orsakað av mateitran, upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum.

Tað skrivar Times of Ísrael.

Netanyahu fer tí at arbeiða heimanífrá næstu tríggjar dagarnar, upplýsir skrivstovan.

Sambært ísraelskum miðlum hevur løgmálaráðið játtað at útseta avhoyringarnar eftir at hava kannað sjúkrajournalir hjá forsætisráðharranum.