Netanyahu: - Eingin kann steðga okkum

- Hamas-yvirgangsfólk lupu á Ísrael; tey myrdu, hálshøgdu, neyðtóku og burturfluttu ísraelskar borgarar - bara tí, tey vóru ísraelar, sigur talsmaður fyri ísraelska uttanríkisráðið.

Eftir at Suðurafrika fyrr í hesi vikuni hevur drigið Ísrael fyri Altjóða dómstólin í Haag (ICJ) og hevur kært landið fyri at fremja fólkamorð í Gaza, sigur ísraelski forsætisráðharrin soleiðis:

 

- Eingin kann steðga okkum at berjast fyri at vinna sigur í Gaza, hvørki Haag ella óndskaparins ásur, sigur Benjamin Netanyahu sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Útlendskir miðlar halda, at tá forsætisráðharrin brúkar orðini "óndskaparins ásur", sipar hann helst til Hamas, Iran og libanesiska hernaðarfelgsskapin, Hizbollah, sum verður stuðlaður úr Iran.

 

Ísrael hevur funnist harðliga at Suðurafrika fyri at hava kært landið fyri fólkamorð, og talsmaðurin fyri ísraelska uttanríkisráðið, Lior Haiat, hevur rópt átakið hjá Suðurafrika fyri søgunar størstu uppvísing av falslæti og grundleysum uppáhaldi.

 

- Hamas-yvirgangsfólk lupu á Ísrael; tey myrdu, hálshøgdu, neyðtóku og burturfluttu ísraelskar borgarar - bara tí, tey vóru ísraelar. Hetta var ein roynd at fremja fólkamorð, skrivaði Lior Haiat á X, fyrrverandi Twitter.