Netanyahu bjóðar andstøðuni í eina savningarstjórn

Umfatandi Hamas-álop tykist nú fáa stjórnina í Ísrael og andstøðuna um at skipa eina savningarstjórn.

 

Fólk í býnum Netivot, sum er í syðra parti av Ísrael, nærindis Gazagerianum, er í dag flutt burtur í bussum til aðrar partar av Ísrael. Umfatandi álopið frá Hamas fær nú Netanyahu til at bjóða andstøðuflokkunum at skipa eina savningarstjórn.- Foto: Gil Cohen-Magen/Ritzau Scanpix

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur boðið anstøðuleiðarunum, Yair Lapid og Benny Gantz, til at koma við í eina tjóðskaparliga savningarstjórn.

Tað sigur flokkurin hjá Netanyahu, Likud, í kvøld sambært Reuters.

Fyrr í dag hevði Lapid boðið sær til at koma við í eina neyðstjórn.

– Eg vil ikki plága meg sjálvan við spurninginum um, hvør hevur skuldina, og hví vit vórðu tikin á bóli, sigur Lapid í einum boðum, hann hevur lagt á X – sum fyrr æt Twitter.

– Vit standa saman mótvegis fígginda okkara, leggur Lapid afturat.

Hann og Benny Gants skipaðu stjórn saman í 2021-2022. Teir vóru forsætisráðharrar upp á skift í eini ógvuliga breiðari samgongustjórn, hvør fremsti felagsnevnari var, at teir vildu halda Netanyahu frá valdinum.

Partarnir royna at nærkast hvør øðrum, nú hernaðarligi palestinski felagsskapurin Hamas leyp so ógvusliga á Ísrael í morgun, sum tey ikki hava upplivað í mong ár.

– Ísrael er í kríggi. Tað verður ikki eitt lætt ella stutt kríggj, sigur Lapid sambært tíðindastovuni dpa.

Í boðunum nevnir hann eisini vandan fyri, at tað kann fara at vera kríggj á fleiri mótum.

Benny Gantz er leiðari í størsta andstøðuflokkinum í Ísrael, Blátt og Hvítt, meðan Yair Lapid er leiðari og stovnari av mið-høgraflokkinum Yesh Atid.

Sammbært ísraelskum sjónvarpi eru minst 200 ísraelsfólk deyð í álopunum í dag.

Ein »týðandi tal« av ísraelum eru tiknir sum gíslar av Hamas. Tað segði ísraelski herurin í kvøld.

Tað eru bæði sivil og herfólk, sum Hamas hevur tikið til fanga og fleiri eru førd til Gazageiran.

Sum svar upp á umfatandi Hamas-álopið hava ísraelsk stríðsflogfør í allan dag bumbað mál í Gazageiranum.

Har boðar palestinska heilsumálaráðið frá í kvøld um 232 deyð.

/ritzau/

 

Fólk í býnum Netivot, sum er í syðra parti av Ísrael, nærindis Gazagerianum, er í dag flutt burtur í bussum til aðrar partar av Ísrael. Umfatandi álopið frá Hamas fær nú Netanyahu til at bjóða andstøðuflokkunum at skipa eina savningarstjórn.- Foto: Gil Cohen-Magen/Ritzau Scanpix