Forlagið Penguin Random House Group hevur sett fimm rithøvundar at endurskriva kend verk hjá William Shakespeare. Hetta ger forlagið í sambandi við, at tað næsta ár eru 400 ár liðin, síðani Shakespeare doyði.
Ein av rithøvundum er norðmaðurin Jo Nesbø, sum hevur vunnið fram kring allan heimin við sínum krimisøgum um Harry Hole. Jo Nesbø hevur valt at skriva eina nýggja útgávu av sorgarsøguni Macbeth.
Hinir rithøvundarnir, ið skulu skriva bøkur í somu røð, eru Margaret Atowood, Joward Jacobson, Jeanette Winterson og Anne Tyler.
- Ein høvuðspersónur, sum hevur moral, eitt korrupt sinni, stóra persónliga styrki, kensluligan veikleika, ambitiónir og iva. Ein spenningssøga um makt í einum órógvandi umhvørvi og í einum myrkum menniskjaligum sinni. Nei, hetta kennist ikki so fremmant, sigur Jo Nesbø við blaðið The Guardian.
Norski rithøvundin samanlíknar skotska kongin Macbeth við sín egna løgreglumann Harry Hole.
- Eg fari at taka tað frá Shakespeare, sum eg kann brúka, og síðani skapa mína egnu søgu. Og ja, eg havi dirvi at kalla mína bók Macbeth, sigur Jo Nesbø.