Nesbø kann vinna

Norski rithøvundurin Jo Nesbø hevur møguleika at vinna ta størstu virðislønina í USA fyri krimibókmentir. Talan er um bókina Rødstrømpe, sum á enskum hevur heitið Nemesis, og sum sambært Aftenposten er innstillað til ta sonevndu Edgar Awards-virðislønina, ið er uppkallað eftir tí kenda rithøvundinum Edgar Allan Poe.

Fimm aðrar bøkur eru innstillaðar til virðislønina, og avgerðin fellur í apríl. Millum hinar bøkurnar, sum eru innstillaðar, eru The Kidds hjá Kathleen George og The Last Child hjá John Hart, skrivar Aftenposten.