Nes komuna skal hava nýggjan borgarstjóra

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu seinastu tvær seturnar, stillar ikki upp aftur, tá ið kommunuval verður 10. november í ár

– Eg haldi ikki, at ein borgarstjóri skal sita ov leingi. Tað er høvuðsorsøkin, at eg ikki stilli upp aftur, sigur Jóhannus Danielsen.

Hann hevur verið borgarstjóri seinastu tvær seturnar, og áðrenn tað var hann vanligur bygdaráðslimur í eina setu. Men nú heldur hann, at tað er nóg mikið.

– At vera borgarstjóri er eitt serligt starv, sum ikki líkist øðrum størvum. Ein eri á allatíðina, og tað er sera krevjandi, eisini fyri tey nærmastu. Tað er eisini vandi fyri, at tá ið ein hevur verið borgarstjóri í fleiri skeið, so verður alt ein vani, og borgarstjórin er ikki so árvakin, sum hann annars skuldi verið. Tað er gott fyri borgaran, at nýggj fólk koma til. Eg haldi, at 12 ár er nóg leingi í bygdaráðnum, sigur Jóhannus Danielsen.

20 prosent av atkvøðunum

Borgarstjórin í Føroya 10. størstu kommunu gjørdi annars eitt sera gott val til seinasta kommunuval 8. november 2016, tá ið hann fekk 158 persónligar atkvøður. Tað svarar til 20,4% av øllum atkvøðunum í Nes kommunu, og tað mesta nakar hevur fingið í kommununi. Á kommunuvalinum í 2012 fekk hann 96 atkvøður, og eisini tá fekk hann flestar atkvøður.

Jóhannus sat eisini sum vanligur bygdarráðslimur frá 2008 til 2012. Á tí valinum fekk hann 72 atkvøður. Tað árið fekk hann fjórðflestar atkvøður í Nes kommunu.

Tilboð um at stilla upp til løgtingið

Tað er kent, at borgarstjórar eru umbidnir at koma upp á vallistar hjá politisku flokkunum, tá ið løgtingsval er. Tilboðini trutu heldur ikki hjá vælumtókta borgarstjóranum í Nes kommunu, tá ið løgtingsval var í august í fjør.

– Eg fekk fyrispurningar frá ymsum flokkum um at stilla upp. Men eg havi ongantíð havt ætlanir um ella áhuga at fara upp í landspolitikk. Eg hugsi meira um politikkin á staðbundna økinum, sigur Jóhannus Danielsen.

Hann vísir eisini á, at hann ongantíð hevur verið limur í nøkrum politiskum flokki. Hann stillaði tí ikki upp, men tað gjørdi sonurin ístaðin.

– Hann spurdi meg tó fyrst, um eg fór at stilla upp. Tá ið eg ikki gjørdi tað, so stillaði hann upp, og eg stuðlaði honum, sigur Jóhannus Danielsen.

Einki arbeiði at fara til

Jóhannus Danielsen er 54 ára gamal. Hann hevur góðar 10 mánaðir eftir í borgarstjórastarvinum, áðrenn hann skal finna sær okkurt annað starv.

– Eg veit ikki enn, hvat tað verður, sigur hann.

Jóhannus Danielsen er útbúgvin skrivstovumaður og grannskoðari. Í fleiri ár starvaðist hann í fyritøkuni, sum í dag eitur Januar, har hann eisini var skrásettur grannskoðari eina tíð. Hann hevur eisini starvast í Borg, og áðrenn hann gjørdist borgarstjóri, hevði hann egna fyritøku, sum arbeiddi við fíggjarligari ráðgeving og øðrum.

– Eg havi ikki nakað starv at venda aftur til. Eg hevði fleiri kundar í fyritøkuni, men tá ið eg gjørdist borgarstjóri, mátti eg niðurleggja mína egnu fyritøku, og kundarnir fóru aðrastaðni, sigur Jóhannus Danielsen.

Lesið meira í dagsins Sosiali, hvussu tíðin sum borgarstjóri hevur verið hjá Jóhannusi Danielsen, og hvat er hent í Nes kommunu, tey árini, hann hevur sitið við róðrið.