Seinasta tvey árini hevur Áki Dyssegaard verið leiðari í Tofta kvøldskúla.
Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er búsitandi á Strondum. Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðan 2018.
Áki Dyssegaard hevur ynskt at fara frá sum leiðari í Tofta Kvøldskúla, og í vár samtykti Nes kommuna at seta Johnleif Gerðisá sum kvøldskúlaleiðara frá 1. august 2022 at rokna.
Seinnapartin varð skipað fyri fundi á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu, har umsitingin, fráfarandi og nýsetti leiðarin høvdu høvi at tosa nærri um kvøldskúlaskipanina.
Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Áka Dysseggard fyri tíðinda sum kvøldskúlaleiðari og frøddist um, at fleiri nýggj kvøldskúlatilboð hava sæð dagsins ljós seinastu tvey árini undir hansara leiðslu.