Barnaansing
Toftir: Er nógv virksemi í eini kommunu, krevst eisini ein góð og nøktandi barnaansing. Neyðugt er, at barnaansingin er væl skipað og nøktar tann tørv, ið er.
Men hetta er í nógvum kommunum lættari sagt enn gjørt.
Í Nes kommunu er nógv virksemi, og tí er eisini neyðugt við eini góðari barnaansing.
Børn á bíðilista
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, sigur, at kommunan higartil hevur gjørt nýtslu av hesum loysnum í barnaansingini:
- Vit hava uppnormerað dagrøktina til 65 børn; hon er í løtuni 51, sett frítíðarskúla á stovn til 35 børn, skipað útibarnagarð til 25 børn; har eru í løtuni 23.
Hann vísir á, at kommunan hevur keypt gamla B68-húsið til barnaansing.
- Men hóast øll hesi stig eru tikin, er tørvurin kortini ikki nøktaður.
Súni sigur, at bíðilistin at fáa børnini ansaði er stórur.
- Vit hava eisini hølistrupulleikar og ov fáar dagrøktarar.
Varaborgarstjórin sigur, at Nes kommuna í seinastuni hevur viðgjørt málið um barnaansing, og fleiri møguleikar hava verið frammi um, hvussu núverandi trupulleikar kunnu loysast beinanvegin.
- Samstundis, sum neyðugt er at finna eina bráðfeingisloysn, hava vit eisini hugt at eini heildarloysn fyri framtíðina, sigur hann.
Kjallarin í Thabor
Á almennum fundi mánakvøldið samtykti bygdaráðið í Nes kommunu so at gera ein sáttmála við missiónshúsið, Thabor, um leigu av kjallaranum til fritíðarskúlan, sum hevur 35 børn. Bygdaráðið samtykti eisini at uppnormerað útibarnagarðin við 23 børnum, soleiðis at rúm verður fyri fleiri børnum í dagrøktini.
- Vit miðja eftir, at hesi stig verða sett í verk í seinasta lagi fyri heystfrítíðina.
Súni í Hjøllum sigur, at hetta er ein fyribilsloysn, tí bygdaráðið er longu farið í holt við at kanna, hvussu ein varandi loysn við barnaansingini í kommununi kann koma at síggja út.
- Vónandi hava vit eina endaliga loysn um ikki alt ov langa tíð, sigur varaborgarstjórin.










