Nes kirkja fyllir 170 ár

Í dag verða tey 170 árini hjá kirkjuni hátíðarhildin

Í dag, fyrsta sunnudag í advent, verður familjugudstænasta í Nes Kirkju, har tey 170 árini hjá kirkjuni verða hátíðarhildin.

 

Hans Eiler Hammer, prestur, fer at prædika, umframt at eitt gentukór eisini luttekur.

 

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.

 

Nes kirkja stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið.

 

Nú eru liðin 19 ár, síðani Fríðrikskirkjan varð vígd, og síðani tá hava bert fáar gudstænastur verið í Nes kirkju árliga.