Heilsuverkið
Charlotta á Váli Olsen, sum í løtuni umboðar Miðflokkin á tingi, hevur sett landsstýrismanninum, Bill Justinussen, ein skrivligan fyrispurning um neurologtænastuna í Føroyum.
Løgtingsmaðurin spyr í stuttum, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at neurologtænastan í Føroyum gerst nøktandi?
Ikki nøktandi
Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, sigur Charlotta, at í løtuni er einki normerað neurologstarv í føroyska heilsuverkinum. Einasti neurologurin, ið er tengdur at heilsuverkinum, starvast privat og kann í grundini lata viðtaluhølini aftur, tá/ ella um hann vil.
- Samanbera vit okkum við grannalondini, skuldu vit havt 3 nervaserfrøðingar í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin.
Hon vísir á, at fleiri og fleiri sjúklingar og avvarðandi eru ónøgd við støðuna, tí hjálpin í dag er ikki nøktandi, og bíðtíðin er long.
Í fyrispurninginum greiðir Charlotta frá starvsøkinum hjá einum nervaserfrøðingi.
1) Apoplexi: Um 100 nýggir tilburðir hvørt ár. Einir 200 sjúklingar hava eftirfylgjur av apoplexi.
2) Epilepsi: Tað eru umleið 350 epilepsisjúklingar í Føroyum.
3) Parkinson: Í Føroyun finnast um 100 parkinson sjúklingar.
4) Sclerosa: Sum nú er, fara 5 sjúklingar 3 ferðir um árið til Danmarkar. Hetta kostar samfelagnum 2 milj. kr. um árið.
5) Tortocollis: Her hava vit 10 sjúklingarnir, sum mugu til Danmarkar 4 ferðir um árið.
6) Høvuðpína: 10 % av fólkinum í Føroyum líða av høvuðpínu av ymiskum slagi, sum skal kannast av nervaserfrøðingi.
7) Sjúkueyðkenni: Ein rúgva av sjúkueyðkennum eru, sum í fleiri førum hoyra undir aðrar sjúkubólkar, men tó mugu kannast av nervaserfrøðingi.
Hvat vantar?
Charlotta vísir á, at tað, sum vantar í Føroyum til tess at fáa eina nøktandi neurologtænastu, er 1) ein tilbúgving ella ein móttøka, har sjúklingar kunnu venda sær við spurningum, 2) ein apoplexideild, har sjúklingar kunnu vera í tryggum hondum hjá útbúnum fólki, og 3) ein habiliteringsdeild, har sjúklingar kunnu koma til uppvenjingar eftir heilabløðing, blóðtøpp ella aðrar heilaskaðar.
- Hjá teimum sjúklingum, sum hava brúk fyri einum nervaserfrøðingi, er støðan í dag ótrygg. Sum er, fæst ikki fatur á neurologi, tá brúk er fyri honum, tí hesin er ikki til taks.
Charlotta á Váli Olsen er ikki í iva um, at nervaserfrøðingatænastan í Føroyum er vanrøkt, og vandi er fyri, at vit um stutta tíð als ongan neurolog hava.